Vit bjóða ein góðan miðmála og undirhald til børnini í hølinum hjá okkum í Tórsgøtu 16.
Annika S. Vang, nevndarlimur í LGBT+ Føroyar sigur, at ætlanin er at hittast seinasta sunnudagin í hvørjum mánað til brunch. Tiltakið er ætlað ælabogafamiljum við børnum í øllum aldrum, og endamálið er at skapa eitt umhvørvi, har ælabogafamiljur kunnu hittast og hugna sær saman. Tað er umráðandi bæði fyri okkum vaksnu og okkara børn at hittast við øðrum, sum eru líka sum vit.
Tá vit siga ælabogafamiljur, so meina vit tað í breiðastu merking. Um tit hava havt børn við tykkum í eitt samkynt parlag, ella tit eru stakir lgtb+arar við børnum ella um tit eru tvær mammur ella tveir pápar, sum hava fingið tykkum børn saman, so eru tit øll hjartaliga vælkomin, og vit vóna at nógv koma til okkara fyrsta brunch, sigur Annika S. Vang.
Tað er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til antin við at senda eini boð til okkum á facebook, instagram ella á teldupost [email protected]. Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 25. mars á middegi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald