Vinna

BOYZLIFE á Okkara Voxbotn

Teir stjólu hjørtu kring allan heim....eisini í Føroyum.

2022-05-09 17:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Teir gjørdust heimsstjørnur og høvdu eitt ótal av hittum og fjepparum, tá teir ferðaðust kring heimin við ávikavist Boyzone og Westlife. Nú koma teir aftur til Føroya. Vit tosa sjálvsagt um BOYZLIFE við teimum báðum heimsstjørnunum Keith Duffy og Brian McFadden, ið fara at seta dám á Okkara Voxbotn 2022 við øllum teimum kendastu løgunum.

Gleði tykkum til tað besta úr báðum bólkum, tá írsku føroyavinirnir við bólki aftur fara at stjæla hjørtu á Okkara Voxbotn 25. juni 2022.

Skunda tær og ogna tær atgongumerki á ebillett.fo! Hetta verður stórt!


Framanundan er greitt at Tobias Rahim, Reiley, Rasmus Hagen, Michael Learns to Rock, Hugorm, Tungevaag, Brimheim, Safir og fleiri onnur eisini fara at framføra á Okkara Voxbotn 2022.


Okkara Voxbotn 2022 í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, SMS, BankNordik, Posta, Eta, Bilrøkt, Okkara, Power, Sisu og Nema



Vinarliga

Voxbotn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder