Í gestarøðu síni nevndi hann m.a., at hann arbeiðir við at gera skipanina kring Búnaðargrunnin meira einfalda. Hann vísti m.a. á tað óhepna í, at bóndir verða kravdir eftir persónligum veðhaldi fyri lánum, hóast teirra vinnuliga virksemi er lagt í partafelag. Á fundinum varð eisini víst á, at tørvur er á ábøtum av kørmunum kring framleiðslu og flutning av stráfórði. Hetta er eisini eitt mál, sum landsstýrismaðurin ætlaði sær at taka upp. Annars vórðu teir stóru spurningarnar kring føroysk jarðarviðurskifti, nevniliga málið um gongd í haga og uppskotið til náttúruverndarlóg, eisini viðgjørdir.
Elisabeth Skarðhamar Olsen hevði eina áhugaverda framløgu um ráðstevnuna ”Burðardygt matsjálvbjargni í Føroyum”, sum verður 8-9 apríl í Norðurlandahúsinum. Hennara framløga elvdi til eitt gott kjak um ymsar tættir av føroyskum landbúnaðarvirksemi.
Til nevndarvalið varð Sigert Patursson varð afturvaldur sum formaður, meðan Jóhan Jógvansson varð valdur fyri Eyðfinn í Búðini, sum ikki tók við afturvali. Bjørn Kallsø varð valdur til 1. tiltakslim og Jóannes Patursson til 2. tiltakslim. Í nevndini sita nú Sigert Patursson, formaður, Eynar Martin Kjærbo, næstformaður, Dánjal Petur Müller, Jóhan Jógvansson, Heini á Heygum og Símun Gullaksen. Tiltakslimir eru Bjørn Kalsø og Jóannes Patursson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald