Dagurin bjóðar eisini upp pá upplestur við Beinir Bergssyni, Lív Mariu Róadóttir Jæger og Tóru Tóroddsdóttir, umframt eitt tónleikainnslag við Guðrið Hansdóttir.
Um Einar Már kann sigast, at hann er ein av fremstu rithøvundunum í Íslandi og ritverk hansara eru nógv lisin í Íslandi og uttanlands. Hann hevur fingið fleiri virðislønir fyri sína ritlist í Íslandi og uttanlands, t.d. bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna „Englar alheimsins“ í 1995 og íslendsku bókmentavirðislønina í 2015 fyri skaldsøguna „Hundadagar“.
Nøkur av hansara ritverkum hava verið týdd til føroyskt, m.a. yrkingasavnið „Til þeirra sem málið varðar“, sum Martin Næs hevur týtt til føroyskt. Martin Næs hevur týtt nógv ritverk úr íslendskum til føroyskt og hansara týðingar av yrkingunum hjá Einari Már vísa, at hann hevur gott innlit í huglagið og hugaheimin hjá rithøvundanum.
Det er Aðalkonsulát Íslands, ið stílar fyri tiltakinum.
Tiltakið er ókeypis, men tilmelding krevst á nlh.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald