Mentan

Bjørn Kunoy og Grundlinjur Føroya

”Grundlinjur Føroya – rættarligt og søguligt grundarlag” er heitið á fyrilestri, sum Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur, ráðgevi í uttanríkistænastuni og professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetur Føroya, fer at hava í kvøld á Torradøgum í Klaksvík.

2022-02-21 16:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tekst og myndir: Dávur Winther 

”Grundlinjur Føroya – rættarligt og søguligt grundarlag” er heitið á fyrilestri, sum Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur, ráðgevi í uttanríkistænastuni og professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetur Føroya, fer at hava mánadagin á Torradøgum í Klaksvík.

Grundlinjur eru ásettar millum ytstu punktini á landi. Hesar grundlinjur hava stóran týdning, tí tær eru útgangsstøði fyri áseting av fiskimørkum og landgrunsmørkum. Allur sjógvur innan fyri grundlinjurnar er at rokna sum innara umveldi við somu rættindum og framíhjárættindum sum landaøki.

Føroyar hava í dag beinar grundlinjur, ið fevna um lutfalsliga stór havøki, men tað hevur ikki verið uttan avbjóðingar at áseta slíkar beinar grundlinjur við Føroyar.

Talan er um eitt áhugavert evni, ið eisini snýr seg um søguligu gongdina, eisini um stríðið við Bretland í fimti- og sekstiárunum, eins og hugt verður at gongdini í Íslandi um tað mundið.

Eisini verður greitt frá, hví ávís lond í dag hava fyrivarni mótvegis grundlinjum Føroya, íroknað USA, og hví Kina vísir grundlinjum Føroya stóran áhuga vísandi til áhugamál síni í landsynningspartinum av Kinahavinum. 

Áhugaverdur fyrilestur í Gomlu Miðhøllini á Skúlatrøð mánakvøldið 21. februar kl. 19.30

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder