Vinna

Bjargingarbátarnir hjá Eysturbúgvanum

Eysturbúgvin sokkin – bjargingarbátarnir funnir

2022-04-17 18:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

VØRN: Í samband við, at Eysturbúgvin sakk hósmorgunin 14. apríl, varð Tjaldrið sent á staðið at leita eftir møguligum vraklutum. Serligan áhuga høvdu teir báðir sjálvuppblásiligu bjargingarbátarnir.

Tá Eysturbúgvin sakk, var Tjaldrið statt á svartkjaftafeltinum við føroyska sjómarkið.

Tjaldrið hevði umleið 5 tímar at sigla á uppgivnu knattstøðuna.

Tá Tjaldrið kom fram, var nakað av olju at síggja á sjónum, annars ongir vraklutir.

Av tí at nakrir tímar vóru gingnir, var neyðugt at skipa leitingina væl, við leitingarmynstri.

Umleið 23 tímar eftir óhappið, fann Tjaldrið báðar bjargingarbátarnar hjá Eysturbúgvanum.

Bjargingarbátarnir vóru tá riknir 25 fjórðingar í ein útnyrðing frá vanlukkustaðnum.

Umframt bjargingarbátarnar fann manningin á Tjaldrinum EPIRB (neyðsendari), flótidrakt og ymsar aðrar smærri vraklutir av Eysturbúgvanum.

Myndir: Bjartur Tórhalsson​

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder