2023-02-09 21:09
Reyði Krossur Føroyar skrivar:
BIRGIR OG LINA ERU ÁRSINS FYRSTUHJÁLPARAR 2022
Heiðurin sum Ársins Fyrstihjálpari 2022 fer til Birgir Lützen og Linu Næs fyri framúr avrik í likamligari fyrstuhjálp.
14. mai 2022 fekk Sjúrður hjartasteðg í heiminum. Dóttir hansara rann inn til grannarnar, Birgir og Linu, eftir hjálp. Lina byrjaði hjartamýking beinanvegin og helt á til Birgir tók yvir, sum helt á við hjartamýking, inntil fólk frá Renn Fyri Lívinum komu við hjartastartara og sjúkrabilurin kom. Lina og Birgir arbeiddu væl saman, Lina tók puls og kunnaði um støðuna, ímeðan Birgir gav hjartamýking. Við at staðfesta skjótt, fara undir HLB skjótt, stoyta skjótt og fáa serkøna hjálp, hava tey sett yvirlivilsisketuna í gongd. Tey gjørdu munagóða fyrstuhjálp uttan steðg, sum gjørdi, at Sjúrður slapp væl frá tilburðinum og kann bera boð í bý.
Eisini fáa Karlot og Tórfríð heiðursbræv, fyri at hava bjargað Arnfinni, ið brádliga fekk hjartasteðg, tá hann var gongutúr. Tíbetur var Karlot beint við, og kundi fara í gongd við hjarta-lunga-bjarging. Tórfríð kom honum til hjálpar, og tey arbeiddu skjótt og væl. Anfinn yvirlivdi tilburðin, tí at Tórfríð og Karlot arbeiddu so munagott og skjótt. Og heiðursbrøv fara eisini til Manningarnar á Fuglbergi og Skorabergi, sum hugsa og virka skjótt, tá teir leggja merkis til, at Sigmundur er dottin ímillum kai og skip. Teir senda boð eftir hjálp, og Páll letur seg í yvirlivilsisdrakt, tekur ein enda og leypur á sjógv. Ein annar rennur yvir á hitt skipið eftir hjálp. Tveir standa á kaiini og halda eyga við Sigmundi og Pálli. Allir í manningini standa á kaiini og fáa Sigmund og Páll upp á turt.
Øll fáa tey heiðursbræv og blómutyssi, umframt at Ársins fyrstihjálpari 2022 fær eina peningagávu frá Betri.
Fýra børn fáa eisini Ársins Barnaheiður fyri serstakt avrik innan fyrstuhjálp. Talan er um tvær hendingar. Í eini hendingini dettur ein drongur á sjógv, tá hann er farin við frítíðarskúlanum oman í bátahylin at fiska. Trý onnur børn gera skjótt av, renna eftir hjálp og fáa bjarga honum uppá turt. Børnini samstarva væl, hugsa klárt, hóast pressaðu støðuna, og megna at bjarga vinmanninum. Í hini hendingini megnar 12 ára gamal drongur at seta skjótt inn, og hugsa klárt, tá fosturpápin fær eitt epileptiskt anfall og missur vitið. Samstundis sum tann 12 ára gamli hjálpir fosturpápanum, megnar hann eisini at biðja um hjálp og at verja yngru beiggjarnar, sum eru 10 mánaðir og 5 ár, fyri ógvusligu hendingini.
At enda var eisini serstakur heiður latin til starvsfólkini á familjufyrisitingini, fyri hending, sum fór fram í september 2021, tá Eyrit fekk hjartasteðg. Av tí, at avvarandi ikki vistu, hvussu Eyrit fór at koma seg, var hendingin ikki meldað til ársins fyrstuhjálpara 2021. Tí fáa tey á familjufyrisitingini ein serstakan heiður fyri 2021, tá tey samstarva væl og geva Eyrit lívbjargandi fyrstuhjálp.
Reyði Krossur ynskir øllum hjartaliga tillukku við heiðrinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald