Mentan

Bindihugni í prestagarðinum

Hóskvøldið 08.10 kl. 19.30 byrjar bindihugnin aftur..

2026-10-08 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit hittast í prestagarðinum og hugna okkum saman. Tit kunnu binda skírnarminni (dópslappar), vit hava mynstur og tógv, tit taka stokkara við. Tit eru eisini vælkomnar at binda egin pløgg, og taka tað við, sum tit nú hava á stokkunum. Vit bjóða ein góðan drekkamunn og okkurt gott afturvið.

Kvøldini hesumegin jól eru hesi:

Hóskvøldið 08.10 kl. 19.30

Týskvøldið 03.11 kl. 19.30

Hóskvøldið 03.12 kl. 19.30

Vit gleða okkum at síggja tykkum.


Prestarnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder