Mentan

Bindi Madsen rekur nú Seglloftið

Herfyri skrivaði Tvøroyrar kommuna undir sáttmála við Bindi Madsen, um at reka Seglloftið fram til 30. september 2022. Bindi Madsen er úr Avstralia og hon flutti saman við manni og dóttur til Tvøroyrar í 2012.

2022-03-01 15:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tvøroyrar Kommuna skrivar:


Bindi sigur, at ætlanin er at fólk kunnu ringja til hana og bíleggja hølini til ymisk endamál. Til smærri tiltøk ber væl til at bíleggja kaffi og okkurt afturvið frá henni, men til størri tiltøk, sum eitt nú brúdleyp og føðingardagar, mugu fólk sjálvi skipa fyri mati. Allir hentleikar eru í húsinum og til ber altíð at ringja til Bindi og fáa eitt prát um, hvat tørvur er á og á tann hátt fáa snikkað saman eitt tilboð, ið hóskar júst til tørvin hjá tí einstaka. Bindi tekur sær eisini av rudding og reingerð eftir tiltøk, um ynskist.

Ringjast kann til Bindi á tlf. 266540

Tvøroyrar kommuna ynskir Bindi bestu eydnu við Seglloftinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder