2021-04-14 11:46
Sunnudagin tann 18. apríl 2021, letur upp listaframsýning við Zacharias Heinesen í Gamla Seglhúsinum.
Fernisering verður sunnudagin kl. 16:00 og kemur Hilmar Høgenni at røða.
Umframt lættari ábit og tónleik, verður eisini møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan.
Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 30. mai og er opin soleiðis:
Mánadag til fríggjadag: Frá 14:00 til 17:00
Sunnudagar: Frá 15:00 til 19:00
??ll eru hjarta vælkomin!
Gamla Seglhúsið
Klaksvíksvegur 48
700 Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald