Mentan

Zacharias Hammer er farin

...

2020-06-09 18:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í morgun bórust deyðsboðini av Zacharias Hammer, Zacharias gjørdist bert 68 ára gamal.

Zacharias hevði læraraútbúgving og starvaðist bæði í fólkaskúlanum og á kvøldskúlanum í Handilsskúlanum í fleiri ár.

Zacharias hevði listarlig og skapandi evnir sum fáur, hann gjørdist ein av undangongumonnunum at gera føroyskt sjónvarp.

Tað ið liggur eftir Zacharias Hammer hevur og kemur at hava ómetaligan týdning fyri okkum føroyingar.

Eg kom at kenna Zacharias rættuliga væl, tá ið hann gjørdi sendingarnar um Vestaruskor og um fjallgongu á Slættanesi.

Hvíl í friði góði vinur.

Jóanis.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder