Mentan

VOXBOTN 2020 flutt til 10. apríl 2021

...

2020-08-29 08:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Tað er greitt, at ikki er ráðiligt sambært tilmælunum, at avgreiða Voxbotn 2020, sum upprunaliga skuldi haldast 27. juni og eiheldur til útsetta leygardagin 5. september.
Tískil er nú avgerð tikin um, at Voxbotn 2020 verður útsett til næsta ár ??? leygardagin 10. apríl 2021. Nærri kunning kemur.
Vit vóna øll, at henda keðiliga korona-støðan fer at síggja ljósari út komandi ár. Men fyriskiparnir vilja sjálvandi fylgja tilmæunum frá myndugleikunum, og gera sítt til, at Føroyar fáa ein lívligan og tryggan ársins konsertdag tann 10. apríl 2021. Tískil verður m.a. arbeitt við at fyrireika økið soleiðis, at ráðilig frástøða verður hildin ímeðan og í millum konsertirnar.
Eins og undanfarin ár, verður arbeitt við at skapa ein konsertdag har hugni og tónleikur ganga saman í eina hægri eind.
??ll atgongumerki til Voxbotn 2020 eru galdandi til Voxbotn 10. apríl 2021
Nógv orka verður hvørt ár løgd í Voxbotn, og at geva øllum ein veruligan 'ársins konsertsdag'. Tað hevði tí glett okkum, ið varða av og eru góð við Voxbotn, sera nógv, at eisini tú velur at veita tiltakinum og tónleikinum tín stuðul, og halda rimmar fast í tínum atgongumerki ??? til 10. apríl 2021. Takk fyri!

ENDURGJALD
Ynskir tú tó heldur at fáa títt keypta Voxbotn-atgongumerki afturgoldið, far so inn á www.voxbotn.fo trýst á PDF-leinkjuni niðast á síðuni. Skriva síðan kravdu upplýsingarnar rætt í øll feltini, printa skjalið út og send sum postur í brævbjálva saman við atgongumerkinum til:
Sp/f Vox Entertainment
Postboks 24
110 Tórshavn
Føroyar
GG. Seinasta freist at lata inn skjalið um endurgjald er mánadagin 7. september 2020 kl. 16.00

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder