Mentan

Vitja Tjóðsavnið á páskum | sjónleikur fyri børn

...

2018-03-22 13:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

M??SIN OG TÝSKARIN


Um páskirnar verður aftur møguleiki at uppliva spennandi leikin 'Músin og týskarin' við Sóley Danielsen á Tjóðsavninum


Í miðøldini ynsktu bisparnir Erlendur (músin) og Jóhannes (týskarin) at byggja flottastu og størstu kirkjuna í Føroyum - hana, sum vit í dag kenna sum Múrin í Kirkjubø. Men hvat søgdu føroyingar, ið bæði skuldu byggja kirkjuna og gjalda fyri hesa ovurstóru ætlanina hjá músini og týskaranum? Og bleiv kirkjan nakrantíð liðug? Hetta fer Sóley Danielsen, sjónleikari, at svara uppá í leikinum.
 

??KEYPIS ATGONGD FYRI B??RN

... og vaksin sleppa við, um tey gjalda vanligt atgongugjald fyri at vitja savnið.

PRÍSIR ???

Sýningar vera:
 

Skírisdag | 29. mars: kl. 15 og 16.30

Annan páskadag | 2. apríl: kl. 15 og 16.30

 

GÁTUF??RIR GRIPIR SÝNDIR FRAM FYRSTU FERÐ


Á Tjóðsavninum kanst tú nú fyri fyrst ferð nakrantíð síggja gátuføra ringin og sjáldsama myntin, ið vórðu funnir í útgrevstrinum á Velbastað. Gripirnir eru konserveraðir og verða sýndir fram í eini serligari trygdarmontru.
 
LES MEIRA ???

Stórfingin móttøka fyri Tjóðsavninum

Tjóðsavnið nýggjan samleika

3D mynd: Mannatenn funnar á Velbastað

Soleiðis er opið á páskum


29. mars | skírisdagur: kl. 14 - 17.30

30. mars | langi fríggjadagur: STONGT

1. apríl | páskadag: STONGT

2. apríl | annan páskadag: kl. 14 - 17.30
 
SÍ ALLAR UPPLATINGARTÍÐIR ???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder