Mentan

Vit minnast tónleikin

...

2021-05-15 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sunnudagin, tann 16. mai klokkan 20:00 verður hugnaløta og konsert í SALT undir heitinum:

???Vit minnast tónleikin ??? eitt afturlit í 70-uni???.

Nøkur av teimum sum vóru ung í 70-unum, hugleiða um tíðarskeiðið í andaligum høpi, og minnast okkara kæra Alex, sum flutti heim undan okkum, hann sum gav okkum so nógv ígjøgnum sín frálíka sang og tónleik.

Konsertparturin verður við Svein í Prestgarði og bólki. Tey framføra sangir og løg sum Alex gav út á kassettubandi, og seinni á fløgu.

Tiltakið er ókeypis.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder