Mentan

Visit Faroe Islands sett menningarleiðara og menningarsamskipara

...

2018-02-26 14:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nýstovnaða menningardeildin hjá Visit Faroe Islands hevur sett ein menningarleiðara og menningarsamskipara í starv. Johan Pauli Helgason, sum er útbúgvin stjórnmálafrøðingur á Københavns Universitet, er settur sum menningarleiðari, og Alda Egilstrøð Magnussen, sum hevur lisið ferðavinnuleiðslu á University of Surrey, er sett sum menningarsamskipari.

???Vit fegnast um, at vit fáa tvey nýggj og dugnalig starvsfólk, ið hava røttu førleikarnar til hesa týðandi uppgávu,??? sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands. ???Vit gleða okkum at koma í gongd við at skipa innlendis ferðavinnuna og soleiðis brynja okkum til framtíðina.???

Johan Pauli hevur seinastu fýra árini starvast sum fulltrúi á Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, har hann hevur havt ábyrgd av ferðavinnuøkinum. Áðrenn tað starvaðist Johan Pauli í trý ár sum fulltrúi á Almannamálaráðnum.

Alda hevur arbeitt á Visit Tórshavn í eitt ár. Hon hevur eisini royndir innan samskipan, har hon millum annað hevur samskipað tiltakið ???Heystfagnaður á Eiði??? fyri Eiðis Kommunu. Alda var eisini við til at stovna og arbeiða á kaffistovuni í Saksun, ið lat upp í fjørsummar.

Johan Pauli og Alda taka við størvunum 1. apríl 2018. ??t við 100 umsóknir vóru til størvini.

Uppgávan hjá menningardeildini verður at menna innlendis ferðavinnuna í Føroyum. Uppgávan hjá Visit Faroe Islands framyvir verður sostatt tvíbýtt: ein menningardeild, ið tekur sær av innlendisøkinum og ein marknaðardeild, ið framhaldandi fer at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál uttanlands. Leiðsla og nevndarsamanseting í felagnum er óbroytt.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder