2013-09-18 21:58
Matur og gransking er evnið á ársins Vísindavøku. Í dag verður eitt serligt Vísindavøkublað borið út hvørt hús í Føroyum. Blaðið kann eisini lesast í pdf-útgávuher
Í blaðnum eru níggju greinar um mat og gransking úr ymsum sjónarhornum. Millum annað eru samrøður við kokkarnar Leif Sørensen og Gutta Winther um tørvin á gransking í føroyskum rávørum. Ása Jacobsen greiður frá, hvussu stóran týdning tað hevur at finna orsøkina til gaping, undir yvirskriftini: ???Hol í fiski kostar dýrt???. Annika H. Davidsen fortelur um sína gransking í sambandi við etingarólag, undir yvirskriftini: ???Tá maturin tekur valdið???. Eisini eru samrøður við Pál Weihe, Magna Mohr, Birnu Mørkøre, Albert Marna Joensen og Agnes Mols Mortensen.
Greinir eru um tiltøkini á komandi Vísindavøkuni og skráin fyri alt tiltakið. Eisini eru stuttar lýsingar av øllum granskingarstovnunum, sum eru við í tiltakinum. Harumframt eru fleiri greinir um stuðulsmøguleikar til gransking og um samstarvið við ES á granskingarøkinum.
Undir heitinum Food for Thought ella føði til heilan fer alt granskingarumhvørvið at bjóða almenninginum á Vísindavøku 27. september frá kl. 8 á morgni til midnátt í ??strøm og á iNOVA. Her verður høvi at hoyra, síggja, smakka, lukta og royna ymiskt, sum hevur samband við føroyska gransking.
Vísindavøkan er partur av European Researchers' Night, sum fer fram sama dag í fleiri enn 300 evropeiskum býum. Í fjør vóru umleið 1.500 fólk á Vísindavøku.
??ll tiltøkini eru almenn og ókeypis.
Kelda: gransking.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald