Gransking.fo:
Í ár fer Vísindavøka á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 26. oktober til 4. november Talan verður um fýra tiltøk, í Runavík, í Hovi, í Klaksvík og í Sørvági, sum eru skipað eftir sama leisti.
Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, 20-25 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum. Høvi verður at seta spurningar og kaffi verður at fáa.
Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fýra ymisk tiltøk.
Tiltøkini verða skipað sambært almennu koronutilmælunum og aktuellu støðuni.
Bókasavnið við Løkin mánakvøldið 26. oktober kl. 19.
Kann kræklingur minka um dálking, sum stavar frá alingini?
Gunnvør á Norði, Fiskaaling
Hví er tað so heitt í Føroyum?
Bogi Hansen, Havstovan
Jarðvísindalig miðling og korona
Lis Mortensen, Jarðfeingi
Miðnám í Suðuroy mikukvøldið 28. oktober kl. 19.
Botndjórakanningar á føroysku firðunum - Eitt føroyskt sammetingargrundarlag
Heidi Mortensen, Fiskaaling
Politisk leiðsla og samskifti í undantaksstøðu: Hvussu loftaðu Føroyar koronakreppuni.
Rógvi Olavson, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið
Brislingur undir Føroyum - lívfrøði og útbreiðsla
Eydna í Homrum, Havstovan
Klaksvíkar Bókasavn mánakvøldið 2. november kl. 19.
Hvussu kunnu DNA-leivdir í sjógvi brúkast til at kanna fiskastovnar?
Ian Salter, Havstovan
Atburður hjá laksi á harðbalnum økjum
Ása Johannesen, Fiskaaling
Ávirkanin av Covid-19 á fiski-og alivinna og avleiðingar fyri føroyska búskapin
Zvonko Mrdalo & Unn Laksá Søgu- og samfelagsdeildin og Sjókovin
Sørvágs Bókasavn mikukvøldið 4. november kl. 19.
Tang frá gróvkorni til borðiskin ??? vøkstur, innihald og matvørutrygd
Agnes Mols Mortensen, Fiskaaling
Læran av og í koronuskúlanum
Erla Olsen, Námsvísindadeildin
Føroyskt økið er 99,5% hav og verri kortlagt enn Mánin
Bartal Højgaard, Jarðfeingi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald