Vinna

Virksemið hjá P/F MEST í Tórshavn hevur fingið umhvørvisgóðkenning

...

2014-01-15 19:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Umhvørvisstovan hevur tann 12. des. 2013 givið virkseminum hjá P/F MEST í Tórshavn umhvørvisgóðkenning. Í góðkenningini eru m.a. settar treytir til innrætting og rakstur av virkinum, fyri at fyribyrgja og avmarka dálking av umhvørvinum frá virkseminum í Tórshavn.

Virksemið á MEST er ný- og umbygging, umvælingar og viðlíkahald av skipum og øðrum flótandi eindum, sum antin liggja við kai ella verða tikin upp. Talan er bæði um stál- og timburskip.

Í umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, at útlátið av dálkandi evnum til bæði sjógv og luft, er so lítið sum gjørligt. Harafturat er treyt sett til, at MEST í Tórshavn skal hava eina umhvørvisstýrisskipan, sum m.a. inniheldur skrivligar mannagongdir fyri stýring av virkseminum hjá MEST, so sum røkt av reinsiskipan, dálkingaravmarkandi tiltøk og fyribyrging av óhappum.
Eisini er dentur lagdur á, at virksemið ikki elvir til luktampar ella óljóðsampar í nærumhvørvinum.

Kelda: MEST.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder