2013-09-10 19:22
Landsstýriskvinnan í almannamálum ber nú Løgtinginum uppskot um at byggja ein landsfevnandi virknis- og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum avbjóðingum. Depilin verður klárur at taka í nýtslu í 2016.
Annika Olsen, landsstýriskvinna, setti í vár bygginevnd at fyrireika eina landsfevnandi virknis- og umlættingarskipan á Sandoynni og bwint fyri summarfrítíðina handaði nevndin landsstýriskvinnuni eina byggiskrá.
Virknis- og umlættingardepilin í Sandoynni bæði skal verða karmur um lokala virksemið hjá Stuðulsfólkaskipanini fyri børn í Sandoynni, og um eitt landsfevnandi tilboð, ið gevur øllum børnum og ungum í Føroyum við serligum avbjóðingum, møguleika fyri at fáa umlætting í dagligdegnum og vikuskiftunum.
- Í roynd og veru er talan um eina slóðbrótandi ætlan um ein depil, sum kann broyta og tillaga sítt virksemið alt eftir tørvinum í økinum og í landinum sum heild, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, í viðmerking.
Hølini eru skipað við átta kømur við egnum baðirúmi til umlætting. Eisini vera felagshøli til ymisk virknistilboð, ið kunnu rúma áleið 15 persónum. Felagshølini kunnu brúkast sum virknistilboð, har eisini børn og ung, sum hava tørv á hjálp og stuðli í gerandisdegnum, kunnu húsast í vikudøgunum saman við stuðlunum.
Lógaruppskotið um landsfevnandi virknis- og umlættingardepilin til børn og ung við serligu tørvi hevur verið á formligum landsstýrisfundi í dag og verður lagt fyri Løgtingi so skjótt sum til ber.
Settar er 12,4 mió. krónur til verkætlanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald