Mentamálaráðið: Virðisløn til Ungt listafólk 2017 verður latin Konni Kass, tónleikara, við hesi grundgeving:
Síðan hon trein inn á føroyska tónleikapallin, hevur Konni Kass longueyðmerkt seg sum eitt evnaríkt, tilvitað og roynt listafólk í mun til sínunga aldur.
Konni hevur fingið tónleikin í vøggugávu, og hennara evni eru eyðsýnd.Tó røkkur hetta bert til eitt vist, tí miðvíst arbeiði skal eisini til, umrøkkast skal á mál. Listaliga virkið hjá Konni prógvar júst, hvussu týðanditað er at menna tær gávur, ið eru falnar einum í lut, og hvussu tað loysirseg at gera sær ómak í yrkisligu tilgongdini.
Fyrst fór hon á tónlistaskúla í Svøríki, síðan setti hon sjøtul á yrkisleiðinasum oddakvinna í egnum bólki. Saman við bólkinum hevur Konni mentsín egna stíl, har allir tættir hanga saman: rødd, lagsmíð, tekstir, ljóðmynd,framførsla, myndir, grafikkur, klæði og rørslur.
Miðvísa arbeiðið hevur vunnið Konni og bólkinum viðurkenning bæði íFøroyum og uttanlands. Í 2017 var hon tríggjar konsertferðir í Evropa.Harumframt hevur bólkurin spælt á fleiri festivalum í Norðurlondum og
Evropa, og fyri framman standa uppaftur fleiri framførslur. Konni Kassvar kosin ársins nýggja navn á ???FMA - Føroysku Tónlistavirðislønunum???í fjør. Rósta debutútgávan Haphe kom út á plátufelagnum Tutl í 2016, ogKonni og bólkurin eru longu farin í gongd við næstu útgávuna.
Fyri miðvísa, listaliga og evnaríka arbeiðið fær Konni Kass heiðurin Ungtlistafólk 2017.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald