JN

Vinnuhúsið tosar við fleiri tungum

...

2014-06-25 18:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

AFTURSVAR: Enn eina ferð borðreiðir Vinnuhúsið við mótsigandi útsagnum um, at vinnan ynskir at liva og virka í kapping. Samstundis mælir umboð vinnunnar til at privatisera asfalttænastuna hjá Landsverki og harvið burturbeina alla kapping.


Ístaðin fyri at seta inn, har eingin kapping er innan asfaltøkið, nevnliga hjá kommunum, roynir Vinnuhúsið nú av øllum alvi at beina fyri tí sindri av kapping, sum er innan almennar asfaltuppgávur undir landinum.

Vinnuhúsið tosar við fleiri tungum og skjýtur fullkomiliga við síðuna av, tá víst verður á, at ???Hinvegin er besti mátin at tryggja slíka kapping at økja um støddina á marknaðinum, sum privatar fyritøkur kunnu bjóða uppá, heldur enn at tað almenna roynir at spæla vinnulív og harvið minka um marknaðin hjá privatu fyritøkunum.???

Fyri tað fyrsta roynir tað almenna ikki at ???spæla??? vinnulív. Asfaltering var ein almenn uppgáva, sum Landsverk røkti í fleiri áratíggju, áðrenn tað komu privatar asfaltfyritøkur. Í øðrum lagi er tað eitt merkisvert sjónarmið at borðreiða við hjá høvuðsumboðnum fyri vinnuna at ???økja um støddina á marknaðinum??? við at minka um útboðið og lata tað upp í hendurnar á kappingarneytum.

Støðan á asfaltøkinum er tann, at eftirspurningurin kann nøktast við bert einum asfaltframleiðara. Tað finnast tvey verk, sum framleiða asfalt, og tríggir útbjóðarar av asfaltálegging. Veruleikin er tann, at asfaltverkini hvørt sær gagnnýta væl minni enn helvtina av teirra framleiðsluorku. Og við at lata tað eina verkið aftur ??? í hesum føri tað almenna, sum Vinnuhúsið skjýtur upp við at privatisera asfalttænastuna hjá Landsverki ??? fer tað at kollrenna tað sindrið av kapping, sum Landsverk er við til at tryggja.

Vinnuhúsið eigur at vita, at útboð og prísir hanga neyvt saman. Støðan í Føroyum er tann, at fortreytirnar fyri kapping eru vánaligar, longu sum er. Við at savna framleiðsluna hjá enn færri útbjóðarum, fer hetta einans at ganga út yvir prísin hjá brúkaranum. Við hesi útrættu hondini til privata asfaltverkið, verður tað føroyski skattgjaldarin, ið verður revsaður. Tá verður nevniliga laga manni hjá privatu fyritøkuni ??? sum einaumboð fyri alla asfaltframleiðslu ??? at hækka prísin.

??fatiligt, at Vinnuhúsið letur seg brúka sum jarnbrot til at beina fyri kappingini og skapa eitt monopol, ístaðin fyri at taka støðu til trupulleikan við manglandi útboðum á kommunala økinum, sum fevnir um helmingin av asfaltmarknaðinum. Í veruleikanum er tað kanska ikki so løgið kortini, tí her hava privatu asfaltfyritøkurnar longu býtt tann partin av marknaðinum sínamillum.

Landsverk heitir tí á Vinnuhúsið um at umhugsa støðutakan sína enn einaferð og ikki lata seg brúka ókritiskt av teimum kreftum, sum vilja minka enn meira um kappingina. Hetta verður heilt greitt úrslitið, um uppskriftin hjá Vinnuhúsinum til ???at skapa kapping???, verður fylgt. Nevniliga eingin kapping yvirhøvur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder