JN

Vinnuferð til Bergen 8. - 9. mai 2014 við Westward Ho og Thorshavn

...

2014-04-22 19:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vegna Dism samskipar Visit Tórshavn vinnuferð við Westward Ho og Thorshavn til Bergen fyri føroyskar fyritøkur.

Ferðin til Noregs verður skipað sum siglitúrur aftur og fram úr Havn til Bergen, har forkunnugu skipini verða karmar um tiltøk við framsýningum, fundum, tónleiki, mati, siglitúrum og vertskapi teir tey liggja við bryggju í Bergen. Til ber at gista umborð, men til ber eisini at gista á hotelli í Bergen.

Visit Faroe Islands verður í Bergen í sambandi við tiltakið. Visit Faroe Islands hevur fokus á ferðavinnu til Føroya og fer í høvuðsheitum at halda til og hava fundir og konferensur á Radisson Blu Royal Hotel.

Bæði kvøldini verður skipað fyri siglitúrum fyri gestum, ið luttakararnir hava høvi at bjóða við. Siglt verður út á fjørðin, har føroyskir tónleikarar fara at undirhalda afturvið føroyskum spesialitetum, ið føroyskir kokkar og tænarar taka sær av.

Tilsamans 28 fólk kunnu ferðast sjóvegis til Noregs við Westward Ho og Thorshavn. Farið verður av Havnini 5. mai, og skipini verða væntandi aftur á Havnini 12. mai. Luttakarar kunnu eisini velja at ferðast á annan hátt.

Vinnuframi stuðlar vinnuferðini.


Meira fæst at vita um tiltakið við at venda sær til:
< !--[if !supportLineBreakNewLine]-->
< !--[endif]-->

Visit Tórshavn: [email protected] ; tel. 30 24 25
< !--[if !supportLineBreakNewLine]-->
< !--[endif]-->

ella
< !--[if !supportLineBreakNewLine]-->
< !--[endif]-->

Dism: [email protected] ; tel. 29 12 91

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder