Mentan

Viknir av leið

...

2021-08-06 11:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Skrivað stendur: ???Tann er eingin, sum rættvísur er, ikki ein; tann er eingin, sum vitur er; tann er eingin, sum søkir Guð. Allir eru teir viknir av leið ...??? Rómverjabrævið 3.

Tey lýtir, ið lærarin sjálvur hevði, komu fram fyri hann ein dagin í skúlanum, tá ið hann stóð og hugdi niður í roknibókina hjá ??la. ??li dugdi ikki at rokna, tað var vónleyst, og bæði drongurin og lærarin vistu tað. Henda dagin, tá í tíðini, høvdu tey roynd, og lærarin gekk millum borðini í skúlastovuni og fylgdi við arbeiðinum hjá næmingunum. Hann steðgaði eisini hjá ??la, og sá hvussu hann royndi at rokna. Har var heilt galið, tað kom púra einki burturúr. Drongurin hugdi ráðavillur upp á lærarin, og teir vistu báðir tað sama. So teskaði ??li: ???Hvør skal rætta hetta????. ???Tað skal eg, ??li??? svaraði lærarin. Tá sást einvónargóður neistiíeygunum á dreinginum og hann segði: ???Tað var gott.??? Lærarin fór víðari og stillaði seg við vindeyga at hyggja út. Tankar hansara fóru frá ??la og roknistykki hansara til eitt annað ???roknistykkið,??? har tað var hann sjálvan, ið sat á stólinum hjá ??la, og ein annar skuldi rætta.

Vit eru øll vikin av leið, vilst frá tí elementi, vit eru skapað at liva í, og finna ikki sjálv aftur staðið, har vit eru ætla at vera. Eingin kann av sær sjálvum standa royndina fyri Guðs ásjón. Fyri Guði, hava vit øll órætt (Søren Kierkegaard).Onkur hevur tikið til: Vit eru fallin fyri próvtøku um vit koma einsamøll fram fyri Guð við okkara lívsroknistykki, uttan at Jesus hevur rættað teir feilirnar, tí eingin av okkum hevur eitt lýtaleyst lív, brek og misprýði eru allastaðni.

Men Kristus hevur sýnt okkum miskunn og víst okkum dýrd sína. Hon møtir okkum, tá ið vit lurta eftir orðum hansara og hoyra um gerning hansara. Tann, sum trýr á Jesus, sær í honum fullkomuleika. Náði hansara verjir tað menniskja, ið stillar seg hjá honum, so at tað kann standa fyri Guðs ásjón reint og uttan ótta,

???Eingin kemur til faðirin uttan við mær??? sigur Jesus. ??ll skulu vit ein dag upp til roynd hjá Guði,harkanning av kunnleikastøðu okkarafer fram. Standa vit hareinsamøll uttan hin stóra lærarin, okkara frelsara, eru vit dumpað. Men trúgva vit á Jesus sum okkara frelsara, og stendur hann við lið okkara, so verður tað hann, ið vísir Guði okkara roknistykkið við ongari villu, tí hann hevur rættað tær allar. Tað hevur hann gjørt fyri øll tey, sum trúgva á hann, tí sjálvur hevur hann sagt: ???Sum royk striki eg út misgerðir tínar???

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder