Politikkur

Viðmerking til tíðindaflutning í KVF um sparingar á Hamragarði

...

2014-04-09 21:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

TÍÐINDABR??V


Viðmerking til tíðindaflutning í KVF um sparingar á Hamragarði

Í Degi og Viku í gjárkvøldið varð ført fram, at trupulleikarnir á Hamragarði sambært landsstýriskvinnuni stava frá, at ov stórur partur av játtanini fer til leiðslu og umsiting, og sambært Kringvarpinum, svarar hetta til 1 %. Hetta er ikki rætt.

Í Degi og Viku 3. apríl í ár segði Annika Olsen, at øll heimini fáa sama dagsprís.

Hon gjørdi síðani eina samanbering millum Hamragarð og Heimið á Grønanesi og vísti á, at Hamragarður nýtir meira orku til leiðslu, umsiting og reingerð, og minni uppá røkt, hóast fleiri starvsfólk eru á Hamragarði.

Í tíðindasendingini helt landsstýriskvinnan seg til eina frágreiðing frá Almannaverkinum, har tað stóð soleiðis:

???Ein samanbering av ársverkum býtt eftir fakbólkum innan ávikavist røkt og annan rakstur, vísur at Hamragarður hevur fleri árverk til leiðslu, umsiting, reingerð o.a enn t.d. Heimið á Grønanesi. Hóast Hamragarður hevur hægri tal av starvsfólki er talið av ársverkum í røkt lægri. Í løtuni verður arbeitt við at kanna, um til ber at gera tillagingar í øðrum rakstri. Ov tíðliga er kortini at gera nakra niðurstøðu.???

Sambært tølum frá Almannaverkinum, sum Dagur og Vika eisini hevur fingið áðrenn sendingina í gjár, sæst, at Heimið á Grønanesi nýtir 16,9 ársverk uppá røkt og 6,6 ársverk til annað, meðan Hamragarður nýtir 16,25 ársverk til røkt og 7,7 ársverk til annað.

Vísandi til hetta nýtir Hamragarður meira enn 1 ársverk (um 4 %) meira uppá annað enn røkt, í mun til Heimið á Grønanesi. Annað fevnir m.a. um leiðslu, bókhald, køk, reingerð og húsavørð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder