2013-09-25 01:30
Vespu búgv, millum hús við Garðsenda á Bumshamri, sum var heim hjá umleið 400 vespum var seinrapartin týnt og hvesputýnarin sum var lántur frá Tórshavnar Kommunu heldur at tað verða rættiliga sannlíkt at onnur tilhaldsstøð eru í Klaksvík
Hans Hjalti Skaale sigur at Klaksvíkar Kommuna hevði fingið fleiri fráboðanir frá fólki sum høvdu vespur í ella kring húsini.- Men allar fráboðanirnar komu av Bumshamri og serliga við Garðsenda. Vit hava í nakrar dagar kanna økið men eru bert komnir fram á eitt vespubúgv.
- Vesputýnarin sigur at tað vanliga eru einar 300 ??? 400 vespur knýttar at einum búgvi og vanliga koma einar trýggjar fýra nýggjar drotningar burtur úr. So sambært honum kunnu vit rokna við at vespur fara at gera um seg aftur næsta ár og sum skilst flyta tær á hvørjum árið til eitt nýtt stað.
- Vanliga eru vespur staðbundnar og flúgva sjáldan longur enn einar 400 metrar frá búgvinum. Vespurnar við Garðsenda vóru týndar við at serligt eitur pulvur varð sprænt inn í búgvi og tá vespurnar flúgva út og inn fáa tey pulvuri á seg og so doyggja tær tá tær vaska sær.
Meira kann lesast um hvussu ein skal bera seg at um ein fær vestpur sum liggjandi gestir í faldara frá Tórshavnar Kommunu her:
http://www.torshavn.fo/get.file?ID=53
Kelda nordlysid.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald