Viðareiðis kommuna hevur undirskrivað avtalu við MEA ??? húsið fyri familjumenning, sum í næstum fer at bjóða foreldrum í kommununi ókeypis foreldraskeið.
Avtalan fevnir um foreldraskeið til foreldur, sum eru farin hvør til sítt, umframt par-skeið til foreldur, sum hava børn við serligum tørvi.
Avtalan millum Klaksvíkar kommunu og MEA er eitt víðkað tilboð til borgarar í Viðareiðis kommunu, sum eisini eru fevndir av avtaluni millum Almannamálaráðið og MEA, har øll pør, ið gerast foreldur fyri fyrstu ferð, fáa ókeypis par-skeið.
Marita Sumberg, borgarstjóri sigur, at tað hevur stóran týdning, at borgarar fáa bjóðað eitt slíkt tilboð, ið kann geva tryggleika og trivnað fyri foreldur og børn.
Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA, fegnast um at Viðareiðis kommuna eisini vil vera við til at styrkja undir familjuna, parlagið og foreldrasamstarvið eftir møguligan skilnað. Hon vísir eisini á, at hetta kann hava sera stóran týdning fyri børnini og trivnaðin í familjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald