Várið er í luftini, men taðskal ikki seta fót fyri Vetrarjazz-festivalinum. Í mars mánaða kanst tú uppliva fimm Vetrarjazz-konsertir í Norðurlandahúsinum. Fyrsta konsertin er 16. mars kl. 17 við Jam Cravate. Konsertirnar eru í mesta lagi ein tíma til longdar, og kostnaðurin er 50 kr. Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo. Her kemur skráin.
Týsdag 16. mars kl 17.00
Jam Cravate
James Goodwin (trummur), Heðin Ziska Davidsen (gittar)
Mikudag 17. mars 17.00
Tjant
Heðin Ziska Davidsen (gittar) Mikael Blak (bass), Brandur Jakobsen (trummur)
Hósdag 18. mars kl 17.00
Kristian Pauli Trio
Kristian Pauli Ellefsen (klaver), Karl Andrias Stórá (bass), Hjørtur P. Háberg (trummur)
Fríggjadag 19. mars kl 17.00
SWAY
Marianna Winther Nagata, Dania O. Tausen, Katrina Olsen (sang), Pauli Reinert Poulsen (gittar), Torleik Mortensen (bass), Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur)
Leygardag 20. mars kl 17.00
Bingo-Jazz við Jam Cravate
Jensina Olsen (rødd), (James Goodwin (trummur), Heðin Ziska Davidsen (gittar)
Havnar Jazzfelag skipar fyri árliga jazzfestivalinum Vetrarjazz.
Myndir: Jam Cravate og SWAY
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald