Vinna

Vesturleiki varð sleipaður á Sørvág í nátt

...

2018-04-08 08:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Trolarin Vesturleiki fór av Miðvági kl. 21.30 í gjárkvøldið. Komnir vestur um Presttanga fingu teir trupulleikar við høvuðsmotorinum og boðaðu MRCC frá kl. 10.15 at teir høvdu brúk fyri hjálp, teir vóru tá staddir umleið ein fjórðing suður úr Trælanípu, tað var útrák har teir vóru staddir. MRCC setti seg í samband við Brimil, sum var staddur eystanfyri, teir settu beinanvegin kós vestureftir og vóru frammi hjá Vesturleika tríggjar tímar seinni.

Brimil kom á Sørvágsfjørð mitt í nátt, har eru nógvir aliringar, so teir á Brimli bóðu Sverra um at koma á Sørvágsfjørð, fyri at hjálpa, soleiðis at ikki skaði kom á aliringarnar.

Kl. 4 í nátt kom Brimil til bryggju í Sørvági við Vesturleika.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder