Vinna

Vesturleiki fekk ikki landað í St. Pierre

...

2014-03-16 17:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vesturleiki, sum hevur roynt á Flemmish Cap, hevði fulla last fyri eini viku síðan. Teir fóru tá inn í St. Pierre fyri at landa veiðuna har. Men tað vísti seg, at umstøðurnar í St. Pierre vóru so vánaligar, har manglaðu frystibingjur o.a., og teir fingu at vita, at tað kom at taka drúgva tíð, at fáa frystibingjurnar av fastlandinum. (Sjagaklettur landaði um somu tíð, men hjá teimum var alt í ordan) . Teir á Vesturleika tóku tí tað avgerð, at fara úr St. Pierre og seta kós móti Føroyum við veiðuni - 260 tons av toski.

Vesturleiki verður á Føroyum komandi fríggjadag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder