Vinna

Vesturbúgvin og Eysturbúgvin landa makrel

...

2018-11-23 09:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum hava verið á makrelveiðu í ES-sjógvi, bæði eystanfyri og vestanfyri Hetland, komu heim í nátt.

Eysturbúgvin landar á Tvøroyri til virkið í Hvalba, teir hava 70 tons, Vesturbúgvin, sum hevur um 100 tons landar til Vestmanna Seafood, teir komu á Vestmanna í nátt og byrja at landa til arbeiðstíð í morgun.

Vit á JN.fo tosaðu umborð á Vesturbúgvan í gjárkvøldið, teir søgdu, at tað var heldur minni at fáa hendan túr, heldur enn undanfarnu túrar, men teir rokna við, at fiskiskapurin vestur úr Hetlandi fer at taka seg upp nú.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder