2015-08-29 15:54
![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Í gjár landaðu Vestmenningur og Skoraberg gulllaks í Klaksvík, Veiðuna keypti Tavan í Leirvík - teir høvdu tilsamans 120 tons.
Skipini høvdu hendan túrin roynt vestur úr Mykinesi.
Tað eru eini 500 tons eftir at fiska av gulllaksakvotuni, sum tilsamans er uppá 14.400 tons.
Í morgun royna Stjørnan, Polarhav, Vestmenningur og Skoraberg sunnast í føroyskum sjógvi, ímeðan hitt gulllaksaparið Vesturbúgvin og Eysturbúgvin rigga til at fara á makrelveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald