Vinna

Vestmenningur og Fram hava fingið stórar umvælingar

...

2014-02-04 22:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vestmenningur og Fram fóru aftur til fiskiskap í gjárkvøldið, eftir at teir hava verið úr drift síðan uml. 20. november.

Skipini eru høvuðsumvæld, serliga er nógv gjørt við Vestmenning, sum hevur verið á Skipasmiðjuni mest síðan 23. november, tá ið hendan myndin er tikin. Fram hevur ligið á Vestmanna síðan ársskiftið.

Partrolararnir royna allir einar 15-20 fj. eystur úr Fugloynni - í dag vóru 16 skip stødd á leiðini har eysturi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder