Mentan

Vestmanna-dagar frá 8. - 13. september 2014

....

2014-07-19 19:54 Author image
placeholder

Vikuna 8. ??? 13. september 2014 verður á øðrum sinni skipað fyri Vestmanna-døgum. Tiltakið var fyrstu ferð í fjørð, og var tað so mikið væl eydnað, at avgjørt var beinanvegin at endurtaka dagarnar.

Talan er um eitt trivnaðar- og mentanartiltak, sum skal vera við til at styrkja um samanhaldið millum vestmenningar í øllum aldri. Men á skránni hesuferð eru eisini kjakfundir, har ið vestmenningar og onnur áhugaði kunnu geva sína hugsan til kennar um ymisk lokal evni.

Eins og í fjør er skráin fjølbroytt, og hon hevur nakað at bjóða fólki í øllum aldri. ??r skránni kann nevnast spennandi myndakapping (les meira um hana á øðrum tíðindastubba á vestmanna.fo), tónleikarframførslur, kjak um vinnumøguleikar í Vestmanna, málningaframsýning, spennandi altjóða buffet og ikki at gloyma felags morgunmatin, sum verður leygarmorgunin, og dansin í høllini leygarkvøldið.

Fyrireikingarnar eru framvegis í gongd, og nokk er at takast við. Um tað er onkur, sum hevur hug at hjálpa til við onkrum, frætta vit fegin frá tykkum.

Pauli T. Petersen
borgarstjóri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder