2014-06-03 21:26
Í fíggjarætlanini hjá Vestmanna Kommunu fyri 2013 varð roknað við einum RL?? (úrslit eftir rakstur-, løgu- og útlán) á kr. 7.417.000. Ársroknskapurin vísir eitt úrslit á kr. 8.926.000. Munurin millum fíggjarætlan og roknskap er kr. 1.509.000, t.v.s. at kommunan hevði eitt úrslit ið var kr. 1.509.000 betur enn ætlað.
Pauli T. Petersen, borgarstjóri, frøðist um úrslitið, og sigur, at størstu einstøku orsøkirnar til tað betraða úrslitið eru: ymiskar meirinntøkur, hægri skattainntøkur, minni útreiðslur, umframt lægri rentuútreiðslur.
Til ber at síggja ársroknskapin fyri 2013her.
Kelda: Vestmanna.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald