Mentan

Vestanstevnan 2020 í Miðvági

...

2020-07-17 21:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vestanstevnan 2020 í Miðvági

Góðu miðvingar, vágafólk og stevnugestir.

Mikkjal á Ryggi skrivar í sálminum: ???Um tú vilt gleði vinna, søk ei til hægsta sal! Nei, eydnan er at finna, har grannar semjast væl, har kærleiki man ráða, har blídni er við borð, har mildar tungur sáa tey mjúku troystarorð.???

Kærleikin til landið, oynna, bygdina og til fólkið her býr. Umsorgan fyri næstanum hevur verið avgerandi í hesum koronatíðum. Vit hava nú í langa tíð upplivað eina farsótt, sum hevur lagt okkara vanliga gerandislív lamið. Men henda tíðin hevur eisini víst okkara samfelagsinni og næstrakærleika, har vit hava vart okkara eldru og veiku borgarar undan farsóttini. Enn leikar hart á úti í heimi, har fleiri gerast sjúk og doyggja hvønn dag, meðan vit her heima enn eru sloppin undan, og ongin er deyður av farsóttini. Vónandi heldur góða gongdin fram.

Hetta merkir eisini at vit ikki hava kunnað savnast í flokk, men skulu halda ávísa fjarstøðu. Hetta er ímóti okkara náttúru og hevur serliga ungdómurin ofrað nógv, men eisini tey, ið hava verið um ella arbeiða við sjúkum og veikum menniskjum, hava tikið tung tøk. Vit kunnu nú møtast í smærri fjøldum, og tí kunnu vit eisini halda vestanstevnu hetta vikuskiftið. Gleðisløtan, har vit hitta grannar, vinir og kenningar, er altíð ein góð løta. Vit kunnu flenna og skemta og vísa okkara lætta lyndi, sum smittar øll rundum um okkum. Tað hevur týdning at vit koma út og njóta og luttaka í øllum tiltøkunum, ið vestanstevnunevndin hevur borðreitt fyri okkum. Hóast eina skerda stevnu í 2020, liggur eitt stórt fyrireikingararbeiði aftanfyri vestanstevnuskránna. Takk fyri, tit eldsálir.

At seta hvørjum øðrum stevnu, merkir at hittast. Vágastevnan, sum seinni kom at eita vestanstevnan, skiftir millum bygdirnar í Vágum. Tað er tí av stórum týdningi, at vit, sum grannabygdir og grannafólk, koma inn á gólvið hjá hvør øðrum og hitta hvønn annan. ??ttarbondini eru fleiri og tøtt, og tí er hetta náttúrligt, hóast tíðirnar eru broyttar nógv. Vanligt var at støkka inn á gólvið, men í dag hava flest øll so nógv um at vera, at helst skal eingin órógva. Vit geva okkum ikki tíð til nærveru og vitjanir. Tíðin loyvir tí ikki, hugsa vit. Men hetta er skálkaskjól. Víst loyvir tíðin hesum. Okkum nýtist bert at steðga á frá gerandismeldrinum. Vestanstevnan er eitt gott høvi at steðga á og njóta samveruna við granna og gestir.

Miðvágur hevur altíð verið ein staður, har øll skulu kenna seg vælkomin. Her búleikast ymiskleikin. Aftur hesa vestanstevnu skulu vit vísa okkara gestablídni og standa saman sum bygda- og oyggjafólk. Vakrari stað kenni eg ikki, og vóni eg, at øll hugsa tað sama um sín heimstað. Vit miðvingar og vágafólk skulu vera errin av okkara samleika, okkara dygd og náttúruvakurleika. Her býr eitt treyst fólk, sum ikki smæðist millum líkar úti í heimi. Hetta hava rógvararnir Sverri Nielsen og Sarita Hansen prógvað seinastu tíðina og fleiri við teimum, bæði innan ítrótt og annað yrki. Bæði mentanarliga og búðskaparliga eru vit í oddinum. Hóast Vágar bert telja 6,5 % av samlaða fólkatalinum í Føroyum, eru vit stýrandi innan vinnugreinar og hava fleiri oddafólk í týðandi leiðslusessum.

Men tað er fólkið, ið her býr, sum ger tað fjálgt at búgva her. Tað eru tær jaligu lokalu kreftirnar, sum altíð eru klárar at taka eitt eyka tak, soleiðis at trivnaðurin blómar millum fólkið. Fólkini, sum mynda áhugafeløgini, ítróttarfeløgini og bygdamyndina sum heild. Hesi hava allan heiður uppibornan. Vit onnur og børn okkara njóta gleðina av verki teirra.

Lat okkum í hesum undarligu tíðum njóta okkara vøkru oyggj og bygd. Hesa summartíð, trína út fyri dyr og koma hvørjum øðrum við. Brúðarvísan sigur: ???Dansur og spæl eru gleðisbrøgd, frá upphavi hava so staðið.??? Vit eiga at dansa og leika, tó í frástøðu eftir tilmælunum. Men Vestanstevnan eigur at skapa gleði og gott lag, og tí fara vit hetta vikuskiftið at møtast og heilsast til tey tiltøk, sum eru borðreidd fyri okkum. Allar hurðar standa opnar og vit sita væl um sátt.

Í Føroyingasøgu er onki at hoyra um Vágar og Mykines. Hetta kann skyldast, at vágafólk eru friðarfólk, sum semjast væl og ikki hava ligið í stríði eins og restin av Føroyum í og eftir Víkingatíðina.

Vit eiga at krevja okkara rætt og eiga at verja rættvísið, men tað er sanniliga eisini ein dygd at søkja semjur og loysnir. Hetta duga vágafólk.

Niðurlagið í Brestiskvæðnum ljóðar soleiðis:???Treðum lættliga dansin, dagurin skínur so fagurliga, komið er hægst á summarið???.

Njótið samanhaldið, njótið stevnuna øll somul.

Góða vestanstevnu. Takk fyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder