Vinna

Veruleikin, fiskurin og frøðin

...

2018-12-02 21:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eg havi spurt Havstovuna, umteir hava gjørt royndir at merkja tosk í gýtingartíðini, tá nógvur toskur kemurat gýta, sum grønlendingar hava gjørt. Hetta var serliga mitt í 90-unum og tveytey seinastu árini, har toskurin hevur ferðast nógv, men eg havi ikki fingiðnøktandi svar.

 

Havstovan sigur, at teir havagjørt royndir at merkja tosk, sum vísa, at toskurin ikki ferðast  út av grunninum. Tær seinastu merkiroyndirnareru frá 2012.

 

Støddin á toskurin, sum erveiddur á Føroyagrunninum í 2017 og frá 1. januar til 21. november í 2018:

 

 stødd     vekt kg           aldur ár         longd cm             búgvin at gýta       fiskað í ár      fiskað í 2017

 

 1            7 +                  6-11 +          91-110 +              96-100 %                    5%             7 %

 

 2            4-7                  5-8               76-90                   93-100 %                   31%           29 %

 

 3            2-4                  4-6               61-75                    81-96 %                    44%            46 %

 

 4            1-2                  3-5               48-60                     64-93 %                   17%            17 %

 

 5            0,3-1               2-3               36-47                       9-64 %                     3%               1%

 

Talvan vísir, at 80 % avtoskinum, sum er fiskaður, er eldri enn 4 ár og er gýttur áðrenn 2013. Umfiskifrøðingarnir høvdu rætt, skuldi mest veri av 1??? 4 ára gomlum fiski nú.

 

Um tað varovurfisking, sum er grundin til, at toskastovnurin minkar viðhvørt, skuldifiskaríið minkað líðandi yvir nøkur ár.

 

Bygnaðarnevndin,sum varð sett í fyrru helvt av 90-unum, segði í sínum áliti tillandsstýrið,  í 1993, at tað fór at takaeini 6-10 ár, til toskastovnurin rættiliga kom fyri seg aftur. Allíkavæl vístitað seg, at stovnurin kom heilt væl fyri seg eftir bara 2-3 árum.

 

Nú má Havstovan gera tað sama,sum bleiv gjørt miðskeiðis í 90-unum, at broyta talvurnar á heimasíðuni, um nærfiskurin er gýttur, fyri at fáa tær at samsvara við veruleikan.

 

Hví hava hvørki Havstovan,fiskimenn, landarar, eftirlitsfólk ella flakavirki, sæð nakað til toskin inni álandgrunninum árini frammanundan, tá Havstovan sigur, at toskurin erstøðufastur á grunninum?

 

Í 100 ár frá 1903 til 2003 varmiðalveiðan av toski 25.000 tons. Árini frá 1950 til 1989 var nógv føði oggóðar liviumstøður hjá toski, og miðalveiðan var 31.000 tons hesi 40 árini.

 

Tá so nógv góð fiskiár vóru,vísir hetta, at veiðan var burðardygg við tí miðalveiðuni, so tað erundrunarvert, at Havstovan nú sigur, at ov nógv verður fiskað, og veiðan ikkier burðardygg við 6 - 15.000 tonsum.

 

Eg havi fyrr lagt talvur útsum vísa, at har fiskifrøðingar og ICES ráða, er fiskaríið minkað við millum 50??? 100 % allastaðni. Einasta undantakið er Norra.

 

Flotin og fiskidagarnir eruminkaðir nógv, og nógvar leiðir eru stongdar, so vit klára ikki at gagnnýtaokkara fiskastovnar longur. Vit koma ongantíð aftur at fiska 30.000 tons avtoski um árið, um politikararnir blíva við at lurta eftir  Havstovuni, sum blívur við at tilmæla atskerja og taka brúktar og allar óbrúktu dagar frá skipabólkunum. So verðurskjótt onki fiskiskip eftir á grunninum.

 

Fiskidagaskipanin bleiv gjørdtil at taka meira úr stovninum, tá nógvur fiskur er, og minni tá lítið av fiskier til. Tað hevur eisini víst seg, at nógv færri fiskidagar blíva brúktir, táminni av fiski er á grunninum, og tað besta er, at man sleppur undan útblakingog øðrum lógarbrotum, sum onnur lond hava stríðst við í 30 ??? 40 ár.

 

Um tað blívur fiskað ov lítiðúr fiskastovninum, tá nógvur fiskur og lítið er til av føði, minkar føðinskjótt, og tá ger kannibalisma, at stovnarnir minka skjótari, enn teir annarshøvdu gjørt.

 

Hvussu kann Havstovan meta umveiðitrýstið, og hvussu nógv blívur fiskað, tá teir ikki vita, hvussu stórurtoskastovnurin er?

 

Tað er prógvað fleiri ferðir,at Excel arkið hjá Havstovuni kemur við skeivari stovnsmeting, og teir havaonki svar uppá, hví so er. Teir siga bara, at ov nógv verður fiskað. Tá góðfiskiár hava verið, hava fiskifrøðingar ongantíð kunnað sagt frammanundan, atum so og so nógv ár verður nógvur fiskur at fáa, sjálvt um fiskimenn eini 3-4ár frammanundan hava sæð broytingar í náttúruni. Eg veit ikki, um tað erfiskifrøði.     

 

Fólk flyta úr smærri oyggjumog bygdum. Aðrastaðni er tað frá bóndagørðum og smærri plássum, um onki arbeiðier at fáa, inn til stórbýirnar, tá liviumstøðurnar versna.

 

Fiskur, fuglur, djór og allarlivandi verur flyta seg hagar føði og liviumstøðurnar eru betri. Hetta erinnbygt frá náttúrunar hond,  og verðurringt at broyta uppá, eisini tá talan er um tosk.

          

Her síggja vit, hvussu nógvvit kunnu at fiska úr stovninum, við einari burðardyggari veiðu:

 

              http://hav.fo/PDF/Ritgerdir/2004/Fiskiskapur100ar_opnur.pdf

    

http://www.fiskerforum.dk/erhvervsnyt/a/groenlands-gaade-om-de-store-torsk-15102018

 

https://www.facebook.com/photo.php?fbid=1914593338627536&set=gm.2056315527793329&type=3&eid=ARDio1uxAtJ4mni0P0bhQF1Zs2jRDxEiMwp8tKouRzFGFx2YcTFQDi5UbQ2L0oHsF8_0oQ8DcmWpBu3I&ifg=1

 

 http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/10/17/lgligur-fiskiskapur-skal-stegast

          

                              

                                Eyðun Hansen

                           Vestmanna  02 12 2018


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder