2026-04-26 12:10
Verkætlanin, sum hevur fingið fígging EU granskingargrunninum Horizon Europe, kallast OCCAM. Talan er um verkætlan við luttøku av 22 fyritøkum og stovnum úr Evropa har granskarar arbeiða saman um yvirskipaða evnið: veðurlagsbroytingar og alivirksemi. Av teimum 22 luttakandi pørtunum eru fýra úr Føroyum. Tey eru Sjókovin, Hiddenfjord, Avrik og Firum. Verkætlanin gongur yvir tíðarskeiðið 2025-2028.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald