Vinna

Fleiri bátar høvdu brúk fyri hjálp í gjár

Lív sleipaði tveir bátar og Nósi sleipaði ein bát

2026-04-26 12:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 10:33 í gjár fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein bátur var uppsteðgaður 2.5 fj. sunnanfyri Trælanípuna og hevði tørv á sleipi. Nósi hjá Brimli sleipaði bátin inn á Miðvág. Uppgávan tók tveir tímar.

Klokkan 12:08 fekk MRCC støðin aftur eina fráboðan. Ein smábátur var uppsteðgaður nær landi út fyri Glyversnes hevði brúk fyri sleipi. Rescue Lív var boðsent og sleipaði báturin inn á Álasker. Uppgávan tók 51 minuttir.

Klokkan 13:40 vóru aftur boð eftir Rescue Lív. Smábátur var uppsteðgaður út fyri grótkastið við Skansabryggjuna og hevur brúk fyri sleipi. Rescue Lív var boðsent og sleipaði báturin inn á Álasker. Uppgávan tók 31 minuttir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder