Ítróttur

H71 føroyameistarar 2026

Mansliðið hjá H71 tryggjaði sær í gjár Burn FM-heitið 2026, hetta eftir triðju finaluna móti Kyndli. Hetta er fjórða FM-heitið hjá H71 seinastu fimm árini. H71 vunnu grundspælið og nú tríggjar av trimum finalum.

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2026-04-26 12:30 Author image
HSF
placeholder

Dysturin í Hoyvík í gjár gjørdist aldrin veruliga spennandi. Fyri fullsettari Hoyvíkshøll settu hoyvíksingar seg á dystin frá byrjan og sýndu flúgvandi álopsspæl. Kyndil var væl við eina løtu í seinna hálvleiki og minkaðu niður 5 mál mun, men skrædnaði aftur fram móti leikloki. H71 vístu at teir hava verið besta liðið í ár, og vunnu teir 42-34 og kunnu nú rópa seg greipuvinnarar, tá teir bæði hava vunnið FM og steypakappingina.

Úrslitini í finalunum vóru hesi:
18.04.26 H71 – Kyndil 24-23
22.04.26 Kyndil – H71 24-31
25.04.26 H71 – Kyndil 42-34

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder