Endiliga kann Álaborg avdúka, at Verjurøða Holubúgvans verður sýndur í Aalborg
23. mai 2018 á ???Det Hem???lige Teater???. erjurøða Holubúgvanser ein skemtileikur, ið er mest spældi einmannsleikurin á Broadway.
Leikurin, sum er týddur til heili 50 mál, er samstundis ein hugvekjandi, rørandi og viðkomandi leikur, sum nógv fara at kenna seg aftur í. Uml. 7.000 føroyingar hava verið til leikin í Føroyum, og nú fáa útisetar í Norður Jyllandi eisini møguleikan.
Um leikin:
Heitið á leikinum sipar til, at tað er talan um eina verjurøðu, sum er gjørd til eitt slag av stand-up.
Maðurin á pallinum er troyttur av allatíðina at hoyra viðmerkingar frá kvinnum um, hvussu strævnir, býttir og ótolandi menn eru. Hann setir sær tískil fyri at leita aftur í frumtíðina til holubúgvan fyri at vita, um hann kann finna útav, hví nútíðarmenniskjan hevur so nógv at stríðast við. Samstundis finnur hann møguliga útav, at loysnin ofta er einfaldari, enn vit halda???
Leikari: Jákup Dahl Leikstjóri: Ria Tórgarð Ljós/Ljóð: Árni Baldvinsson Framleiðslustjóri: Súsanna Tórgarð
Leikurin verður sýndur:
23 mai 2018 kl. 19:30
Det Hem???lige Teater
Kjellerupsgade 20, 9000 AALBORG
Atgongumerkir fáast til keyps á:
www.atgongumerki.fo ellaTrýst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald