Í gjárkvøldið var stór venjing í Norðoyatunlinum.
Í samband við at tunlarnir vórðu bygdir í ávikavist 2002 (Vágatunnilin) og 2006 (Norðoyatunnilin), varð gjørd ein tilbúgvingarætlan, sum í prinsippinum er ein avtala millum tunnilsfeløgini sum eigarar og bjargingartænasturnar (Løgreglu/politi, sløkkiliðini, sjúkraflutningin, o.s.fr.) um hvussu ábyrgdin verður deild, og hvør ger hvat, um óhapp skuldi komið fyri.
Tað eru javnan smærri venjingar í tunlunum, sum sløkkiliðini sjálvi skipa fyri, og 5. hvørt ár liggur so í ætlanini at hava eina stórvenjing, sum hana vit høvdu í gjárkvøldið.
Tá vit skipa fyri eina venjing, vilja vit avprøva og royna tey viðurskiftini, sum kunnu bjarga menniskjalívum og minimera / minka sum mest um skaðarnar. Eisini er ætlanin við eini slíkari venjing at royna og testa teknisku útgerðina.
Vit hoyra av og á um óhapp í tunlum uttanlands, í Noreg, Schweitz , Eysturríki o.a., summi óhapp við vanlukkuligum fylgjum. Hesi óhapp læra vit eisini av, og royna alla tíðina at betra okkum, og rætta okkara tilbúgvingarætlan eftir hesum.
Henda venjing vit høvdu í gjárkvøldið, gekk út uppá at 2 akfør høvdu rent saman niðri á botninum í tunlinum, og ein bilur hevði rent á við tunnilsmunnan Leirvíksmegin. Fleiri fólk vóru skadd.
Komandi dagarnar verður venjingin eftirmett og sammett við tilbúgvingarætlanina, og er tørvur at gera tillagingar, verða hesar gjørdar.
Venjingin gekk væl, og vit kunnu fegnast um, at vit hava sløkkilið, sjúkraflutningstænastu, løgreglu og mong onnur, sum eru skjót á skaðastaðnum og loysa uppgávurnar væl, tá óhapp henda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald