2013-08-21 13:02
Tað er av fagrasta veðrið vestanfyri í morgun, tað verður tað eisini allan dag og í morgin við. Í morgun er ættin útnyðringur, vindferðin er 2-3 m/sek og hitin í dag fer at liggja um 12-13 stig.
Í morgin verður ættin landsynningur, sama veður sum í dag, tó veksur vindurin í annaðkvøld til 9 m/sek.
Sum sæst á seinnu myndini niðanfyri av Nólsoyðarfirði, so er av fagrasta veðrið í Havn í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald