2013-08-04 13:32
Tað er stilt og turt, men eingin sól vestanfyri í morgun. Tað fer møguliga at sirma seinnapartin og vindferðin fer at fara upp í 10 m/sek frá middegi til kl. 18 í kvøld, tá minkar vindurin aftur, ættin verður vestan allan dagin. Hitin liggur um 13 stig.
Í morgin verður ættin norðan, vindferðin fer at liggja millum 2-5 m/sek. og sólin fer at koma fram. Hitin í morgin fer at koma upp í 14 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald