Ítróttur

VB vann tættan dyst móti StÍF

...

2016-09-18 16:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

StÍF tók í dag móti Vágs kvinnum á Skála. Tað var VB ið byrjaði betur, og vóru tær eisini á odda við 5 málum tá 20. min. vóru leiktir, og kundu fara til hálvleiks við einari 3 máls leiðslu 9-12.

VB kom á odda 9-14 áðrenn StÍF fekk fóta sær. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin var støðan 14-16, og kom StÍF eisini uppá javnleik 18-18, dysturin endaði við einum 21-23 sigri til VB.

StÍF:  Michala C. Mather, Teresa Ejdesgaard, Rebekka Justinussen 4, Ingibjørg Kass 3, Paula Høgnesen, Sunfríð Johansen 2, Birna Tummasardóttir 2, Guðrið Poulsen 5, Guðrun Gærdum 1, Poula Berg 4 og Ansy Sevdal.

VB: Sanja Jevtic, Sirið Evaldsdóttir, Sofía Scrøter 1, Bára K. Mortensen 5, Maria H. Weyhe 4, Durita K. Hjelm, Barbara K. Hjelm, Gurið K. Augustinussen 7, Rebekka Godtfred, Danijela Mistric 4, Carol Symphor og Rùna Jacobsen 1.

Støður: 

5. min. 0-2

10. min. 2-4

15. min. 3-7

20. min. 3-8

25. min. 7-11

30. min. 9-12

35. min. 9-13

40. min. 13-15

45. min. 14-16

50. min. 15-17

55. min. 18-18

60. min. 21-23

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder