JN

Varpa ljós á AGD á Aliráðstevnuni

...

2014-01-20 17:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Aliráðstevnan fer hesuferð m.a. at varpa ljós á toknusjúkuna AGD, sum hevur givið alarum í grannalondunum trupulleikar seinastu árini.

Enn er sjúkan ikki staðfest í Føroyum, hóast amøban finst í føroyskum sjógvi. Tí er neyðugt framhaldandi at viðgera og upplýsa um hetta mál.

Tí hevur Havbúnaðarfelagið fingið Tor Atle Mo, leiðara á deildini fyri parasitologi, á norska Veterinærinstituttet, at hava eina framløgu um, hvat norska alivinnan og myndugleikar hava gjørt fyri at basa hesum trupulleika.

AGD er framvegis eitt nýtt fyribrigdi um okkara leiðir, og tí er neyðugt framhaldandi at skaffa nýggja vitan um hetta evnið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder