Mentan

Varðin Pelagic stuðlar verkætlan hjá Bátafelagnum Naddoddur

...

2020-10-21 13:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bátafelagið Naddoddur arbeiðir í løtuni við spennandi verkætlan at gera eina standmynd av kvinnum, ið hagreiða klippfisk vestan fyri Naddoddaneystið.

Viberg Sørensen nevndarlimur í Naddoddi sigur, at ov lítið verður tosað um kvinnurnar, sum hagreiddu fiskin á landi. Henda standmynd verður til æru fyri hesar kvinnur. Teirra stóra arbeiði hevur verið við til at uppbyggja føroysku fiskivinnuna. Skulu vit ikki minnist tær kvinnur, sum løgdu lunnar undir fiskivinnuna, sum vit kenna hana í dag? Tað er við gleði, at Varðin Pelagic letur fíggjarligan stuðul til eina verkætlan, ið heiðrar hesar kvinnur. Góða eydnu við verkætlanini - tað skrivar Varðin Pelagic.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder