Vinna

Varðin Pelagic hevur tikið ímóti útvið 100.000 tonsum

...

2013-12-09 19:44 Author image
placeholder

 Tað hevur verið nógv at gjørt á Varðin Pelagic á Tvøroyri so at siga í alt ár. Tað sæst eisini aftur á pengapunginum, serliga á Tvøroyri, har kommunukassin hevur fingið nógv meira pening inn í ár enn undanfarin ár.

Í dag er Finnur Fríði við 2.000 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað sunnanfyri - einar 90 fj. suður úr Føroyum.

Av Varðanum Pelagic verður sagt, at tey við lastini hjá Finni Fríða í dag hava tikið ímóti 99.200 tonsum av uppisjóvarfiski higartil í ár - og lagt verður afturat, at tey vónandi fáa onkra last afturat áðrenn jól, soleiðis at farið verður uppum tey 100.000 tonsini.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder