19. februar fór Magnus Heinason sín fyrsta túr í 2014. Hesin túrurin var ein Standard hydrografi túrur, har mátingar verða gjørdar á føstum støðum, eftir sjey linjum út frá Føroyum.
Á hesum støðum verður mátað við einum CTD-tóli, frá varnskorpuni og niður ímóti botni, ella niður á 1300 m og á eini støð niður á 2000 m dýpi. Mátað verður: Hiti, salt, ljós, oxygen og fluorescens, umframt at prøvar verða tiknir á ávísum dýpum til aðrar kanningar. Eisini verða prøvar tiknir av djóraæti, við ymiskum glúpum, heilt niður á 1000 m dýpi á ávísum støðum.
Av tí at veðrið var so vánaligt, vórðu bert fýra av sjey linjum tiknar, tó at arbeitt varð allatíðina.
Eftir ein heldur baldrutan fyrsta túr, var Magnus Heinason aftur á Havnini 19. februar.
Hesin túrurin er eisini partur av NACLIM, sum er ein EU verkætlan, sum Havstovan er við í.
??ll túrfrágreiðingin kann lesasther.
Magnus Heinason landar í dag í Havn, teir hava 5.000 pund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald