JN

Vakstrarhúsið í Sandavági selir eplir, røtur o.a. grønmeti

...

2013-10-22 21:48 Author image
placeholder

Í Vakstrarhúsinum í Sandavági fáast nýgg eplir, røtur o.a. grønmeti. Tað eru fólk frá ALS-skipanini, sum arbeiða í Vakstrarhúsinum, fólkini eru væl nøgd við hesa arbeiðsskipan, tey eru upp í 11 í tali til tíðir.

ALS hevur avtalu við Búnaðargrunnin um, at ALS fyribils leigarVakstrarhúsið í Sandavági, har tey framleiða blómur og grønmeti.

Leygardagin 26. oktober verður tiltakið -Kom og planta blómuleykirí Vakstrarhúsinum í Sandavági.

leygardagin 26. oktober 2013, kl. 14.00.

Leykir/mold/plastpottar fáast til keyps á staðnum.

Tó ber eisini til at hava við egnar krukkur/íløt at planta í.

Tilmelding til tiltakið hjá Hannedot Ludvig á

[email protected] ella tlf. 215950 í seinasta lagi mikudagin 23. oktober.

Vit tóku nakrar myndir í Vakstrarhúsinum í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder