P/F Fossá í Sandavági við Hálvdan Gudmundsen á odda, hevur saman við P/F Varðin í Gøtu keypt norska frystilínuskipið Brimøy.
Keypssátmálið er undirskrivaður við norska felagið Ervik Havfiske, sjálvur keypsprísurin verður ikki upplýstur.
Hálvdan Gudmundsen sigur í samrøðu at leingi hevur verið ivast í hvat skuldi gerðast, og nú er so avgerð tikin um at útvega sær skip við frystiorku, so langfaraleiðir kunnu troytast betur, enn við bert ísfiskaútgerð umborð.
Skipið kemur at fiska undir Føroyum, við Ísland og helst á øðrum fjarðleiðum so sum Flemmish Cap.
??tlandi skal Venus, sum er fyrrverandi ??yliner og Ekliptika, latast til Ervik Havfiske í einum býtis- og keypsavtalu við Brimøy.
Reiðaríði eigur eisini línuskipini Havbúgvan og Reynsatind, og átti Thomas Nygaard sum bleiv upphøgdur í 2012.
Nýggja skipið kemur at fiska íslandskvotuna hjá hesum 4 skipum, sum er íalt 760 tons.
Hvat verður gjørt við Havbúgvan og Reynsatind er enn ikki avgjørt.
Reiðaríði eigur eisini trolaran Vesturtúgva, sum partrolar við Grønanes.
Tað verður skiparin á Havbúgvanum seinastu árini, Jan Vang av Norðskála, sum verður skipari á nýggja frystilínuskipinum.
Brimøy er bygd á Solstrand Verft í Tomrefjørðinum í Noreg í 1988. Skipið bleiv bygt til kanadiskt reiðarí og bar at byrja við navnið Atlantic Explorer. Í 1992 bleiv skipið selt til New Zealands og fekk navnið Lord Auckland.
Í 1999 bleiv skipið keypt til Noregs, og fekk navnið Vestliner og stutt eftir, í 2000 var navnabroyting til Nordkappjenta og var tað felag í Norður-Noreg sum átti skipið.
Skipið eitur í dag Brimøy og verður rikið av Ervik Havfiske í Sunnmøre
Frystilínuskipið er 41,30 metrar langt og 9 metrar breitt og 646 bruttotons til støddar.
Skipið lastar 270 tons av blokkfrystum fiskið. Frystikapaciteturin er tríggjir vertikal frystarar, og tvær frystitunnelir, sum íalt klára at frysta umleið 20 tons um døgnið.
Frystitunnellirnar verða brúktar til at einkultfrysta stóran fisk.
Brimøy er útgjørt við Mustad autolínuskipan.
Høvuðsmotorurin er 1360 HK ella 1028 kW og av slagnum ABC 6 MDZ.
Norska frystilínuskipið Urvaag ið herfyri bleiv keypt til Klaksvíkar, nú Klakkur, er systurskip hjá Brimøy, Klakkur er tó longdur við áleið 4 metrum.
??tlanin er at skipið skal bera navnið EIVIND, eftir navnaframa Eivind Gudmundsen, sum eisini er pápi reiðaran á nýggja skipinum.
Eivind Gudmundsen, sum andaðist á sumri 2013, var ein av undangongumonnum, tá stállínuskipini byrjaðu at koma til landið seinast í 50unum og fyrst í 60unum. Og gekk hann á odda tá nýggja stállínuskipið Venus bleiv bygt á norsku skipasmiðjuni Løland Motorverkstad í Leirvik í Sogn í 1961.
Eivind var maskinmeistari og stóð við byggieftirlitinum tá Venus bleiv bygdur. Og fylgdi Venus allan vegin bæði sum maskinmeistari, seinni reiðari og til seinast sum parteigari, tá yngri kreftir tóku við.
Sostatt sá hann eitt og sama skip, Venus VA51, fáa kjølin strektan á Løland skipasmiðjuni í Noreg, vera rikið í ymsum vinnum, fyrst við línu, síðan við gørnum, eitt stutt tíðarskeið í oljuvinnu, og aftur við línu, fyri síðan at síggja sama skip bliva upphøgt 50 ár seinni, á Skála í 2011.
Vit ynskja reiðarí og manning góða eydnu og gott fiskarí við nýggja skipinum.
Kelda vagaskip.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald